Ráðførsla í uttanlandsnevndini um heimshandil

Ráðførsla í uttanlandsnevndini um heimshandil
Sjálvstøðugur føroyskur limaskapur í WTO fer framhaldandi at vera raðfestur frammarlaga í landsstýrinum, stendur í ískoytinum til frágreiðingina hjá løgmanni á ólavsøku
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.08.2024 - 14:24

Seinnapartin í dag hava uttanlandsnevndin, løgmaður og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum ráðførslu um WTO.

Leingi hevur landsstýrið arbeitt fyri, at Føroyar fáa sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum, World Trade Organization. 

Drúgt samskifti hevur verið við donsku stjórnina um málið.

Men enn hevur ikki eydnast at fáa semju, sum kann slóða fyri føroyskum limaskapi í WTO. 

Sjálvstøðugur føroyskur limaskapur í WTO fer framhaldandi at vera raðfestur frammarlaga í landsstýrinum, stendur í ískoytinum til frágreiðingina hjá løgmanni á ólavsøku.

Tilfarið, sum verður viðgjørt á fundinum í uttanlandsnevndini í dag, er ikki alment. Tað er í trúnaði.

Tað var longu í apríl, at løgmaður segði, at hann fór í uttanlandsnevndina við WTO.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985