333 fólk løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið

333 fólk løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið
1. juli búðu 54.815 fólk í Føroyum
Frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár vaks fólkatalið 333 fólk, ella bara 0,6 prosent.
Mynd: Hagstovan  
 
21.08.2024 - 13:44

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram, men vøksturin gerst minni fyri hvørjar tólv mánaðir, sum ganga, sigur Hagstovan. 

Frá 1. juli í fjør til 1. juli í ár vaks fólkatalið 333 fólk, ella bara 0,6 prosent. 1. juli búðu 54.815 fólk í Føroyum. 

Tað eru knappliga 200 fólk færri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá vøksturin var eitt prosent. 

Størsta broytingin var í nettoflytingini, sum minkaði niður í helvt. 

 

 

Burðaravlop og nettotilflyting

Fólkavøksturin seinasta árið stavar frá burðaravlopi, sum er 144, og nettoflyting, sum er 189 fólk. 
 
Samanborið við tíðarskeiðið frá 1. juli 2022 til 1. juli 2023, minkaði nettoflytingin niður í helvt, serliga tí færri fluttu til Føroya.

Burðaravlopið minkaði eisini. Seinasta árið var tað 144 fólk. Tíðarskeiðið frammanundan var tað 184. 

Høvuðsorsøkin er, at færri børn eru fødd. 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666