Fýra lógaruppskot frá Fólkaflokkinum

Fýra lógaruppskot frá Fólkaflokkinum
Flokkurin skjýtur m.a. upp at lækka tinglýsingargjaldið og at leingja gildistíðina á veiðiloyvum til 12 ár
Beinir Johannesen er formaður í Fólkaflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Fólkaflokkurin eigur øll fýra lógaruppskotini, sum vóru løgd fyri løgtingið í dag.

Flokkurin mælir til at lækka tinglýsingargjaldið, sum í dag er eitt prosent av keypsprísinum, hvørja ferð ein fastogn verður handlað.

Gjaldið eigur bara at vera hálvt prosent av keypsprísinum, heldur Fólkaflokkurin, sum skjýtur upp at lækka gjaldið stigvíst, niður í 0,75% næsta ár og 0,5% í 2026.

Á fíggjarlógini fyri 2024 verður roknað við 52 milliónum krónum í inntøku frá tinglýsingargjaldi, sum also er 1% av keypsprísinum á fastogn.

 

Leingja gildistíð

Fólkaflokkurin vil eisini leingja gildistíðina á veiðiloyvunum, sum sambært sjófeingislógini fara úr gildi 1. januar 2034. Flokkurin mælir til at fara aftur til skipanina við 12 ára loyvum, og skjýtur tí upp at verandi veiðiloyvi skulu vera í gildi til 1. januar 2037.

Triðja lógaruppskotið hjá Fólkaflokkinum snýr seg um at javna skattastigan á hvørjum ári, soleiðis at hann fylgir lønar- og prísvøkstrinum í samfelagnum. Flokkurin vísir á, at lands-skattastigin er ikki javnaður síðani 2016. Síðani tá eru lønirnar í samfelagnum hækkaðar nógv, og avleiðingin av tí er, at skattatrýstið er økt nógv. 

 

Broyta ferðslulógina

Fjórða lógaruppskotið hjá Fólkaflokkinum snýr seg um at broyta ferðslulógina, soleiðis at revsingin fyri at koyra ávirkað av hassji verður tann sama sum revsingin fyri rúsdrekkakoyring.

Revsingin skal tí hækka alt eftir, hvussu stór nøgdin av hassji er í blóðinum, eins og gjørt verður við promillu-stiganum í rúsdrekkakoyring. Í galdandi lóggávu er linari revsing fyri at koyra ávirka av hassji enn av rúsdrekka.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161