Borgarin sigur sína hugsan: Risastór kanning um kommunurnar

bannari
Borgarin sigur sína hugsan: Risastór kanning um kommunurnar
Talan er um eina av størstu kanningum, sum yvirhøvur eru gjørdar. Og í roynd og veru er eisini talan um 29 smáar kanningar, tí borgarar í øllum 29 kommununum eru spurdir
Nýggja kommunukanningin gevur okkum møguleikar, sum vit ongantíð hava havt fyrr, sigur Heri á Rógvi, annar av stjórunum í Lóðri
 
22.08.2024 - 17:59

Nú tað stundar til kommunuval, fer Kringvarp Føroya komandi dagarnar og vikurnar at almannakunngera eina stóra kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið, har borgarar í øllum kommununum verða spurdir um ymisk viðurskifti í teirra kommunu.

"Hetta er ein risastór kanning, har góð 3.000 fólk runt um í Føroyum hava svarað spurningum um kommunal viðurskifti. Og tað, sum er serliga áhugavert, er, at vit eru í øllum 29 kommununum, so í roynd og veru eru hetta 29 smáar kanningar í einari heild, sum gevur okkum nakrar møguleikar, sum vit ongantíð hava havt fyrr."

Tað sigur Heri á Rógvi, annar av stjórunum í Lóðri, og heldur fram:

"Hetta er ein ógvuliga breið kanning, so vit kunnu siga sum heild, hvat fólk halda um barnaansing, býarplanlegging ella hvat tað so skal vera, og vit kunnu samanbera millum ymsar kommunur," sigur Heri á Rógvi og leggur afturat, at ein slík kanning ikki hevur sæð sín líka í Føroyum fyrr.

 

Hoyrið innslag her:

Heri_a_Rogvi_innslag

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852