Russland lopið á 15 landspartar í Ukraina

Russland lopið á 15 landspartar í Ukraina
Reuters veit at siga, at í minsta lag trý fólk doyðu í russisku álopunum á Lutsk, Dnipro og Zaporizjza.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.08.2024 - 13:09

Russland hevur í nátt og í morgun lopið á í minsta lagi 15 landspartar í Ukraina.

Tað upplýsir ukrainski forsætisráðharrin, Denys Shmyhak, á boðtænastuni Telegram.

- 15 landspartar eru í dag ávirkaðir av umfatandi russiskum álopum við dronum, krússararakettum og yvirljóðsrakettum, skrivar hann.

Eisini skulu russisk bumbuflogfør hava verið við í álopunum, og í høvuðsstaðnum Kiev fór streymurin fleiri ferðir í nátt.

Talan skal hava verið um bæði løstað og deyð av álopinum, og Reuters-tíðindastovan skrivar, at trý fólk hava latið lív í ávikavist Lutsk, Dnipro og Zaporizjza.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655