Leiðandi yvirlækni: Bíðitíðin er ikki 20 ár

Leiðandi yvirlækni: Bíðitíðin er ikki 20 ár
Tormóður Stórá vísir aftur, at bíðitíðin at verða útgreinaður fyri ADHD er so long, sum forkvinnan í ADHD-felagnum vil vera við, men hann viðgongur, at bíðtíðin er ov long
Tormóður Stórá er leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.08.2024 - 14:28

- Bíðitíðin at verða útgreinaður fyri ADHD er ikki 20 ár. 

Tað sigur Tormóður Stóra, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum, í aftursvari til Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD-felagnum.

 

Bjørg Dam er forkvinna í ADHD-felagnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

576 fólk yvir 18 ár bíða eftir at vera útgreinað fyri ADHD, og tað merkir, sambært forkvinnuni í ADHD-felagnum, at tann næsti, sum kemur á listan, er í einari ógvuligari óhepnari støðu og kann bíða í 20 ár.

Men hesum vísir Tormóður Stórá aftur.

- Tað ber ikki til at gera støðuna upp, sum Bjørg Dam ger, sigur hann. 

Kortini viðurkennir Tormóður Stórá, at bíðitíðin er ov long.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27082024_Tormodur

 

Evnið var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin.

Allur Breddin kann hoyrast her. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473