Livar bjargaður: Hevur tað eftir umstøðunum gott

Livar bjargaður: Hevur tað eftir umstøðunum gott
Kona Livar Nysted, Svanna Sigmarsdóttir, boðar í kvøld frá á Facebook, at Livar hevur ringt heim, og at hann hevur tað eftir umstøðunum gott
Livar Nysted er millum tey fimm bjargaðu. Myndin er frá hansara síðstu støðudagføring umborð á Naddoddi
Mynd: Livar Nysted  
 
27.08.2024 - 23:29

Tá opni, føroyski seksæringurin Naddoddur legði frá landi í Tvøroyri leygardagin við kós móti Noregi, so var føroyski havrógvarin Livar Nysted úr Hvannasundi ein av manningini, ið taldi seks. 

Í kvøld kom Naddoddur og manningin umborð í havsneyð, og endin var, at Naddoddur holvdist út fyri norsku Vesturstrondini, vestan fyri oynna Stad. 


Kelda: Bergens Tidende

 

Fimm av manningini vóru bjargað, meðan tann sætti endaði undir Naddoddi og druknaði. 

Nú er greitt, at Livar Nysted er millum tey bjargaðu.

Kona Sivar, Svanna Sigmarsdottir, boðar í kvøld frá á Facebook, at Livar hevur ringt heim, og at hann hevur tað eftir umstøðunum gott . 

 

Manningini taldi, umframt Livar Nysted, fýra fólk úr Sveis, Andy Fitze, skipari, Georg Aebi, Martin Fitze og Säny Blaser, fotografur, og so Karla Dana, víkingafornfrøðingur, úr Meksiko, men búsitandi í Orlando í Florida, USA.

Enn hava norsku myndugleikarnir ikki upplýst navnið ella tjóðskapin hjá tí, ið lat lív í vanlukkuni. 


Manningin umboð á Naddoddi undan fráferðini (Mynd: Sonne Smith)

 

Í kjalavørrinum á víkingunum

Talan skuldi vera um eina ævintýrferð hjá teimum seks fólkunum, har tey sigldu við Naddoddi í kjalavørrinum á víkingunum aftur til Noregs.

The Viking Voyage kallaðu tey ferðina, og stigtakararnir høvdu fingið gjørt eina flotta netbók, ið segði søguna um ferðina: 

The Viking Voyage - exploring the 9th-century with Naddoddur. 

Høvuðsmaðurin aftan fyri ferðina, Andy Fitze úr Sveis, greiddi í einum video á Youtube frá um ferðina, og hví søgan um víkingarnir hugtók hann og hini umborð so nógv. 

 

Um Naddodd
Bátafelagið Naddoddur bleiv stovnað 19. november 1995 á Tvøroyri. Endamálið var, at byggja seksæring og neyst og soleiðis varðveita part av gomlu føroysku mentanini.
Ì 1996 fekk felagið Pakkhúsið á Tanganum til ognar frá p/f N.J. Mortensen, og ætlanin um at byggja neyst bleiv slept.
31. mars 1997 bleiv báturin Naddoddur flotaður. Johan Olsen, bátabyggjari á Tvøroyri, bygdi seksæringin.
Hvør var Naddoddur ? Jú hann var mætur víkingur, ættaður av Øgdum (Agder) í Noregi, men búsitandi í Føroyum. Einaferð hann var handilsørindi í Noregi, kom óveður á hann, og hann rak av leið og rakti við land á Eystfirði. Kavaæl kom, og hann rópti landið fyri Snæland, seinni Ísland. Tí verður Naddoddur mettur sum fyrsti maður í søguni, sum rakti við Ísland.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572