Steðgur í semingsroyndini millum Maskinmeistarafelagið og KAF

Steðgur í semingsroyndini millum Maskinmeistarafelagið og KAF
Ætlanin er, at partarnir skulu hittast aftur í næstu viku
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.08.2024 - 10:34

Steðgur er í samráðingunum millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið um maskinmeistarar hjá SEV og IRF.

Hetta verður gjørt fyri at geva pørtunum stundir at kanna og rokna ymisk viðurskifti.

Tað upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður. 

Partarnir vóru í realitetssamráðingum við semingsmanninum, til seint í gjárkvøldið, og ætlanin er at hittast aftur fyrst í næstu viku.

Samráðingarnar slitnaðu 5. juli, og Semingsstovnurin var boðsendur.

Sáttmálin fór úr gildi í oktober 2022. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037