Kommunalar ella privatar skipanir til byggitilfar, sum kann brúkast aftur

Kommunalar ella privatar skipanir til byggitilfar, sum kann brúkast aftur
Arbeiðsgevarafelagið og Handverksmeistarafelagið siga, at tað verður ov tungt fyri hvørja einstaka fyritøku at savna, goyma og endurnýta byggitilfar
Vinnan eigur størsta partin av føroyska burturkastinum, millum 50 og 60 prosent. (Savnsmynd)
 
03.09.2024 - 09:11

Kunngerðin sigur ikki, hvør hevur ábyrgdina av byggitilfari, sum er ov gott at beina burtur.

Arbeiðsgevarafelagið og Handverksmeistarafelagið siga, at tað verður ov tungt fyri hvørja einstaka fyritøku at savna, goyma og endurnýta byggitilfar.

Tí mæla feløgini til, at kommunalar ella privatar avhendingarskipanir vera gjørdar til byggitilfar, sum skal brúkast aftur.

Tey bæði feløgini hava gjørt hoyringarskriv um uppskotið um kunngerð um burturkast.

 

Vinnan eigur meginpartin

Vinnan eigur størsta partin av føroyska burturkastinum, millum 50 og 60 prosent. 

Arbeiðsgevarafelagið og Handverksmeistarafelagið halda tí, at umboð fyri vinnuna eiga at vera við í bólkinum, sum ger landsætlanina um burturkast.

Umhvørvisstovan og kommununur eru í arbeiðsbólkinum.

Landsætlanin um burturkast verður væntandi almannakunngjørd 1. januar 2025.

Arbeiðsgevarafelagið og Handverksmeistarafelagið mæla eisini til, at innsavningarskipanin hjá húsarhaldsburturkasti eisini umfatar burturkast frá virkjum og stovnum, har samansetingin svarar til burturkast frá húsarhaldum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541