Viðmæla monnum at starvast í Almannaverkinum

Viðmæla monnum at starvast í Almannaverkinum
Bert 17% av øllum starvsfólkum í Almannaverkinum eru menn. Tí er ein tørvur at fáa fleiri menn at arbeiða á økinum.
 
04.09.2024 - 10:53

Sæbjørn Johannesen og Jarvin Feilberg starvast báðir í Almannaverkinum. Teir umboða 17% av øllum starvsfólkunum, og tað er ein trupulleiki, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Á øllum umsorganarøkinum sum heild er tað ein trupulleiki, at menn ikki leita sær inn á økið.

- Fyri búfólkini er tað týdningarmikið, at bæði kynini eru umboðað í starvsfólkahópinum. Tað kann t.d. vera, at onkur helst við hava ein mann við sær til lækna, ella tá vit skulu svimja. Sum heild eru nógvir ágóðar við at hava bæði kynini umboðað í starvsfólkahópinum.

Tað siga Sæbjørn og Jarvin um sínar royndir við starvinum.

- Almannaverkið má í gongd við at upplýsa um, hvussu nógvir arbeiðsmøguleikar eru, bæði fyri menn og kvinnur. Eisini skulu vit hoyra meira um tær góðu søgurnar, sum eru í Almannaverkinum. Tað siga teir báðir at enda, og leggja eisini dent á, at teir eru stoltir av sínum faki.

Øll samrøðan kann hoyrast niðanfyri:

1694054

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961