Innlandsísurin í Grønlandi minkar 28. árið á rað

Innlandsísurin í Grønlandi minkar 28. árið á rað
Avleiðingarnar fara at raka allan heimin, sigur jarðfrøðiligi kanningarstovnurin GEUS
GEUS roknar við, at vatnstøðan fer at hækka umleið ein metur, áðrenn vit koma inn í næstu øld. (Savnsmynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
 
09.09.2024 - 08:27

28. árið á rað minkar innlandsísurin í Grønlandi. 

Tað vísa nýggj tøl hjá jarðfrøðiliga kanningarstovninum GEUS.

Hetta síðsta árið er hann minkaður við 80 gigatonsum, sum svarar til 2,5 milliónir litrar av vatni hvørt einasta sekund.

- Ítøkiliga svarar tað til umleið tríggjar svimjihallir um sekundið alt árið, sigur Andreas Ahlstrøm, høvuðsráðgevi hjá GEUS, sum hevur fylgt neyvt við broytingini í innlandsísinum, síðani miðskeiðis í nítiárunum.

 

Rakar serliga býir út móti sjónum

Avleiðingarnar av, at ísurin tiðnar, rakar allan heimin.

- Tað rakar tey, sum búgva í Bangladesj, og tey, sum búgva í kyrrahavsoyggjunum alt fyri eitt, men sum frá líður rakar tað allan heimin, og serlig eru tað býir út móti sjónum, sum fara at merkja tað, sigur Andreas Ahlstrøm.

GEUS roknar við, at vatnstøðan fer at hækka umleið ein metur, áðrenn vit koma inn í næstu øld.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161