Veljarakanning: Stendur á jøvnum millum Trump og Harris

Veljarakanning: Stendur á jøvnum millum Trump og Harris
Bæði forsetavalevnini vera í fyrsta sjónvarpskjakinum mikunáttina
Donald Trump og Kamala Harris rógva borð um borð í veljarkanningum.
 
09.09.2024 - 14:03

Tað er framvegis ógvuliga javnt millum tey bæði amerikansku forsetavalevnini, Donald Trump og Kamalu Harris.

Ein veljarakanning hjá New York Times og Siena College gevur Trump 48 prosent undirtøku frá sannlíkum veljarum, og Harris fær 47 prosent. Millum allar skrásettar veljarar fær Trump 48 prosent og Harris 46 prosent.

Men óvissan í kanningini er 2,8 prosentstig, og tí gevur kanningin einki greitt svar, hvør veruliga liggur best fyri í løtuni. 

 

Sjónvarpskjak mikunáttina

Ein størri avbjóðing hjá Kamalu Harris er, at í kanningini siga bara 71 prosent av teimum spurdu, at tey halda seg vita nóg nógv um hana. 90 prosent siga seg vita nóg nógv um Donald Trump til at gera sær eina meining um hann.

Kanningin kemur stutt fyri, at  tey bæði forsetavalevnini skulu í sjónvarpskjak fyri fyrstu ferð. Tað verður á ABC mikunáttina klokkan tvey okkara tíð.

Ein onnur kanning, sum YouGov hevur gjørt fyri CBS News í trimum týðandi sveiggjstatum, vísir eisini, at tað er sera javnt millum tey bæði valevnini. Í Wisconsin er tað 51-49 til Harris, í Michigan er tað 50-49 til Harris, og í Pennsylvania stendur á jøvnum 50-50 í prosentum.

Amerikanska forsetavalið verður 5. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Fríggjadag 4. september
Beinleiðis úr Studio 5: Tóra Trónd
212714
Fríggjadag 4. september
RagnarRokk: Garty Meskil um Stone Cold Anger
212036
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532