Funningsfjarðarvegurin verður tvíbreytaður

Funningsfjarðarvegurin verður tvíbreytaður
Seinastu árini eru góðar 14 milliónir kr. brúktar til vegarbeiðið
Í 2019 byrjaði Landsverk arbeiðið við at breiðka vegin frá Millum Fjarða til Funningsfjørð, og arbeiðið helt fram í 2021, 22 og 23. (Savnsmynd)
 
11.09.2024 - 08:13

Ætlanin er at gera Funningsfjarðarvegin tvíbreytaðan, rætta hann av, asfaltera hann og gera gongubreyt á einum parti av vegnum.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Magnus Rasmussen, løgtingsmann. 

Nýggjasti arbeiðstøkusáttmálin var gjørdur í juni, og hann er um 300 metrar.

Arbeiðið heldur fram til nýggjárs.

Í 2019 byrjaði Landsverk arbeiðið við at breiðka vegin frá Millum Fjarða til Funningsfjørð, og arbeiðið helt fram í 2021, 22 og 23. 

Brúktar eru 14,2 milliónir krónur til arbeiðið hesi árini. Í ár eru tvær milliónir játtaðar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053