Redaktørur: Tjóðveldi eigur at umhugsa sína støðu

Redaktørur: Tjóðveldi eigur at umhugsa sína støðu
Sitandi samgonguflokkar høvdu fingið 13 tingfólk, um løgtingsval var ídag. Tað vísir nýggj kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti
Ingi Samuelsen er redaktørur á Blaðnum Vikuskifti
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2024 - 12:18

Tjóðveldi er stóri taparin og fær bara 13,2 prosent og 4 tingsessir. Sambært kanningini gongur flokkurin aftur bæði í og uttan fyri Havnina.

- Stóri vinnarin er Fólkaflokkurin við Beini Johannesen á odda, sigur Ingi Samuelsen, redkatørur á Blaðnum Vikuskifti.

Við 20 tingsessum hevði andstøðan so syngjandi vunnið á sitandi samgongu, um løgtingsval var í dag. Tjóðveldi er stóri taparin og eigur at umhugsa sína støðu, sigur Ingi Samuelsen. Flokkurin fær nú undirtøku frá 13,2 prosentum av veljarunum, og so lágt hevur flokkurin ongantíð ligið, síðani Spyr.fo í 2020 byrjaði at gera regluligar veljararkanningar fyri Portalin. 

Fólkaflokkurin hevði fingið 28,8 prosent av atkvøðunum, sum eru næstan 10 prosentstig meira enn á valinum í 2022. Tað er ein framgongd upp á heili 52 prosent, sum hevði givið Fólkaflokkinum 10 tingsessir. Fýra tingsessir fleiri enn hann hevur nú.

Nýggja veljarakannigin vísir eisini, at polariseringin millum bygd og bý økist.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1696318

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961