Selt mannfólkaklæðir í 60 ár

Selt mannfólkaklæðir í 60 ár
Í meir enn hálva øld hava tey selt monnum klæðir í eyðkendu hølunum hjá Kissa.
 
19.09.2024 - 11:20

Jakkar, slips, undirbuksur, belti, handskar, skjúrtur og klædningar.

Í 60 ár hevur mannfólkahandilin Hjá Kissa selt mannfólkaklæðir úr handilshølunum í Tórsgøtu í Havn.

- Vit selja vørur, sum vit kunnu standa inni fyri, góðskuvørur, og so liggja vit mitt í hjartanum í Havnini. Tí, haldi eg, at vit hava klárað 60 ár.

Orðini eigur Birgir Carlsson, sum síðani ár 2000 hevur arbeitt í handlinum.

Um hugt verður aftur á mótarák, sum hava verið øll hesi árini, eru nøkur, sum Birgir Carlsson minnist serliga væl.

- Nakað av tí fyrsta populera í handlinum vóru sonevndu Beatles-jakkarnir, sum tá í tíðini kostaðu umleið 350-400 krónur. Síðani hava vit annars sæð klædningsjakkar við tveimum slissum og klædningsbuksur, sum sita rættiliga tætt, fortelur Birgir Carlsson

Seinasta leygardag, tann 14. september, vóru júst 60 ár liðin, síðani Jens Christian Hansen, nevndur Kissa, fyri fyrstu ferð læt dyrnar upp í eyðkenda mannfólkahandlinum.

Síðani 2000 hevur Birgir Carlsson, sum er abbasonur Kissa, verið í handlinum, sum hann í dag eigur.

Í morgunsendingini fortelur Birgir Carlsson um eitt nú mannfólkamóta, handilsvirksemi og mótarák. 

1697111

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358