Partar av lógini um málráð virka

Partar av lógini um málráð virka
Aðalorðaskifti um Málráðið verður í løgtinginum 25. september
Tá landsstýriskvinnan fekk frágreiðingina handaða. Vinstrumegin Helena Kannuberg, næstforkvinna, í miðjuni Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og høgrumegin Randi Kúrberg, forkvinna.
 
20.09.2024 - 14:22

Partar av lógini um málráð virka.

Lógarásetingin um, at Málráðið gevur landsstovnum og almenningi vegleiðing, ráð og upplýsing í spurningum um føroyskt mál í talu og skrift eins og um føroyskt teknmál, virkar hampiliga. 

Og almennir myndugleikar gera yvirhøvur, sum Málráðið sigur. 

Tað stendur í frágreiðingini um Málráðið, sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, legði fyri løgtingið í gjár. 

Aðrir partar av lógini um málráð og samstarv virka eisini, men aloftast á óformligum stigi, og tað má broytast og skipast betur.

 

Karmslóg og kunngerðir

Víst verður á, at lógin um málráð skuldi kanska verið gjørd sum karmslóg við kunngerðum, sum Málráðið, Navnanevndin og Staðarnavnanevndin virka eftir. 

Og ynski er, at føroyskt teknmál fær nógv betri umstøður, bæði viðvíkjandi fígging, arbeiðsmegi og gransking. 

Ein arbeiðsbólkur hevur eftirmett Málráðið.

Aðalorðaskifti um Málráðið verður í løgtinginum 25. september.

Frágreiðingin kann lesast her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037