Frá áttamannafari til rúmdarfar

Frá áttamannafari til rúmdarfar
Andreas Mogensen, sum nú vitjar í Føroyum, var fyrsti ikki amerikanari, ið var flogskipari á amerikanskari rúmdarferju
 
23.09.2024 - 10:58
1698135



Altjóða Rúmdarstøðin er í ringrás um jørðina áleið 425 kilometrar yvir jarðarskorpuni. Tað eru fimm altjóða rúmdarsamtøk úr 15 londum, sum reka rúmdarstøðina.

Fyrstu lutirnir vórðu sendir upp í 1998, og hon hevur verið mannað síðani november í 2000.

Støðin er ein royndarstova í vektloysi, har náttúruvísindi, gransking og menniskjalig nýmenning skapa tøkni og frambrot, sum ikki eru gjørlig á Jørðini.

Danin, Andreas Mogensen, hevur tvær ferð vitjað Altjóða Rúmdarstøðina. Fyrstu ferð í 2015, tá hann var 10 dagar á støðini.

Seinni ferð var í fjør og í ár, tá hann var partur av SpaceX Crew 7-manningini.

Við sær hevði hann ymsar lutir úr kongarríkinum. Eitt nú Merkið og eitt slips hjá Williami Heinesen.

12. mars kom hann aftur á Jørðina, og nú er hann í Føroyum.

Saman við honum eru eisini umboð frá DTU Space. Teirra millum David Arge Klevang, sum sær stórar møguleikar í, at Føroyar gerast partur av rúmdarvirkseminum.

- At smíða rúmdarferjur kann á ein hátt samanberast við at smíða skip. Tað er stál og sveising.

Johan Mortensen, sum eigur sín stóra lut í, at henda ferð er komin í lag, leggur aftrat, at nú hava vit í mong ár bygt áttamannafør. Hví ikki nú flyta okkum til at byggja rúmdarfør, spyr Johan Mortensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. november
Vikuskiftið 9 nov 2024
183319
Fríggjadag 8. november
RagnarRokk:Neal Morse um No Hill For A Climber
183242
Fríggjadag 8. november
Góðan morgun Føroyar
183285
Fríggjadag 8. november
Morgunlestur fríggjadagur 8. november 2024
183014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. november
Veðrið
183323
Fríggjadag 8. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183283
Hósdag 7. november
Fólksins rødd - um kommunuvalið (2:4)
183254
Mikudag 6. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
183221
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172