Beinir við í "Vild med dans" fríggjakvøldið

Beinir við í "Vild med dans" fríggjakvøldið
Áður hava boð verið eftir Beini at syngja í DR í sambandi við 175 ára dag hjá donsku grundlógina, í Go'morgen Danmark hjá TV2, og nú skal hann í "Vild med dans" fríggjakvøldið
Beinir Troest Rasmussen
Mynd: Pressumynd  
 
25.09.2024 - 15:50

TV2 hevur sent boð eftir dugnaliga føroyska sangaranum og sangskrivaranum Beinir Troest Rasmussen at luttaka í "Vild med dans". 

Tað verður tó ikki á dansigólvinum, at ungi føroyingurin skal royna seg, men hinvegin á pallinum saman við nýggja "Vild med dans"-orkestrinum.

"Tað er avgjørt ein fyrimunur fyri meg at standa á pallinum og ikki á dansigólvinum," staðfestir Beinir skemtandi í sambandi við, at hann skal luttaka í "Vild med dans".

Beinir skal syngja nýggjasta staklagið hjá sær "Call Me A Dreamer" í "Vild med dans", sum er sera væl umtóktu undirhaldssending við nógvum hyggjarum - ikki minst í Føroyum.

Beinir, ið er ættaður úr Saltangará, gleðir seg. 

“Tað verður stuttligt at sleppa at syngja 'Call Me A Dreamer' saman við hasum orkestrinum”, sigur Beinir. 

 

Vind í seglunum

Beinir hevur veruliga fingið vind í seglini á danska tónleikapallinum. Hann spælir nógvar konsertir, tónleikurin hjá honum verður javnan spældur í donskum útvarpi, og so tykist hann vera komin í samband við tey røttu fólkini innan donsku tónleika- og undirhaldsvinnuna í Danmark.

"Jú, tað gongur sera væl. Tað er fantastiskt at uppliva, at fólk taka væl ímóti mínum tónleiki og koma til mínar konsertir. Eisini er tað spennandi at hava fingið fótin innum í donskum útvarpi, og at fáa møguleikar at spæla í donskum sjónvarpi," greiddi Beinir Troest Rasmussen frá fyrr í ár. 

Beinir gongur eisini einari spennandi tíð í møti, tí hansara debutpláta sum vaksin, "Greener", kemur út 25. oktober, og í tí sambandi kemur Beinir eisini til Føroya at spæla konsert í Løkshøll á heimabeiti í Runavík 23. november

Konsertin í Løkshøll er partur av einari longri konsertferð, ið Beinir fer á í sambandi við útgávuna av "Greener". Umframt konsertir í Danmark og Føroyum, so gongur leiðin eisini til Týsklands. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. mai
RagnarRokk: Mr.Lordi um Limited Deadition
192292
Fríggjadag 23. mai
Morgunlestur fríggjadagur 23.mai 2025
192149
Hósdag 22. mai
RagnarRokk 22.mai 2025
191036
Hósdag 22. mai
«Biðið, og tit skulu fáa»
192240
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192266
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138