Gistingarnar settu met í august

Gistingarnar settu met í august
Tilsamans vóru 34.465 gistinætur, 4.800 fleiri enn sama mánað í fjør
Góðar 30.000 gistinætur í august vóru á gistingarhúsum í Havn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.09.2024 - 10:54

Gistingarnar á gistingarhúsunum í august settu met.

Tilsamans vóru 34.466 gistinæstur, 4.792 fleiri enn sama mánað í fjør.

Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.

Gistingarnar verða gjørdar upp í nætur, og hvussu leingi fólk gista. Um 10 fólk gista tríggjar nætur, eru hetta tilsamans 30 gistinætur.

Góðar 30.000 gistinætur í august vóru á gistingarhúsum í Havn. 4.444 nætur vóru á gistingarhúsum aðrastaðni í landinum.  

Tað er bara ein skrásettur mánaður, ið hevur havt fleiri gistinætur enn august í ár.

Tað var juli í 2022. Tá vóru 35.252 gistinætur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391