Stytt arbeiðsvika kostar landi og kommunum 280 milliónir

Stytt arbeiðsvika kostar landi og kommunum 280 milliónir
Verður arbeiðsvikan stutt tríggjar tímar, fer tað at kosta vinnuni hálva milliard í øktum lønar-, pensjóns- og arbeiðsmarknaðarútgjaldingum, metir Gjaldstovan
Stytt arbeiðsvika kostar landi og kommunum 280 milliónir kr., men land og kommunur fáa 100 milliónir meira í skatti.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.09.2024 - 08:11

Gjaldstovan hevur gjørt eina yvirskipaða meting um, hvussu nógv stytt arbeiðsvika fer at kosta landi og kommunum í lønum og gjøldum, sum hanga uppi í lønum.

Úrslitið er 280 mió. kr.

Og land og kommunur fáa 100 mió. kr. meira í skatti.

Men fortreytin er, at ongar effektiviseringar eru á heilsu-, umsorganar- og útbúgvingarøkinum. 

Og roknað verður við, at tey, sum arbeiða niðursetta tíð, varðveita sítt tímatal. 

Gjaldstovan hevur eisini yvirskipað mett, at verður arbeiðstíðin hjá fólki í vinnuni stytt tríggjar tímar, kostar tað vinnuni 500 mió. kr. í øktum lønar-, pensjóns- og arbeiðsmarknaðarútgjaldingum. 

 

Verður arbeiðstíðin hjá fólki í vinnuni stytt tríggjar tímar, kostar tað vinnuni 500 mió. kr. í øktum lønar-, pensjóns- og arbeiðsmarknaðarútgjaldingum. 

 

Trípartasamráð

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur svarað Beini Johannesen, løgtingsmanni, um fíggjarligar avleiðingar av styttari arbeiðsviku.

Tá arbeiðið við at stytta arbeiðsvikuna fór í gongd, var skipað eitt trípartasamráð, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru við. 

Nakrar metingar eru um, hvussu nógv stytt arbeiðsvika fer at kosta.

Stór óvissa er tó í øllum metingunum.

Og partarnir í trípartasamráðnum eru ikki samdir um, hvussu útrokningarnar skulu gerast.

Sambært samgonguskjalinum skal arbeiðsvikan styttast so líðandi niður í 37 tímar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763