Ovasti Hezbollah-leiðarin er dripin

Ovasti Hezbollah-leiðarin er dripin
Í einum álopi í gjár beindi Ísrael fyri ovasta Hezbollah-leiðaranum Hassan Nasrallah í Beirut. Talan er um týdningarmesta persón, sum Ísrael hevur dripið í stríðnum higartil
Hassan Nasrallah hevur verið ovasti leiðari hjá Hezbollah í meir enn 30 ár
Mynd: REUTERS/Hasan Shaaban  
 
28.09.2024 - 12:54

Ísrael boðaði fyrrapartin í dag frá, at ovasti Hezbollah-leiðarin Hassan Nasrallah er dripin í einum álopi í gjár.

Og stutt eftir døgurða leygardagin okkara tíð váttaði Hezbollah eisini hesi tíðindini.

Hassan Nasrallah hevur verið aðalskrivari hjá Hezbollah í Libanon seinastu 30 árini. Sambært ísraelska herinum doyði hann í einum álopi hjá ísraelskum jagaraflogførum á Hezbollah-høvuðsborgina í Beirut í gjár.

Puk Damsgård, sum er royndur korrespondentur hjá danska kringvarpinum í Miðeystri, sigur, at tíðindini um, at Hassan Nasrallah er deyður, eru at meta sum ein jarðskjálvti. Hon sigur við DR, at hann er ein tættur sameindur hjá Iran og hevur verið leiðari hjá Hezbollah síðan 1992, tá Ísrael drap undanfarna Hezbollah-leiðaran.

Puk Damsgård sigur eisini, at talan er um týdningarmesta persónin, sum Ísrael hevur dripið í hesum stríðnum.

Tey meir enn 30 árini, Hassan Nasrallah hevur verið leiðari av Hezbollah, hevur hann megnað at broytt felagsskapin frá at vera ein mótstøðurørsla til at verða ein statur í statinum. Hezbollah er blivið ein politiskur flokkur og ikki bert ein mótstøðurørsla.

Iranski andaligi leiðarin Ayatollah Ali Khamenei heitti í gjár á muslimar um at standa undir liðini á fólkinum í Libanon og Hezbollah og hjálpa teimum at bjóða ónda stýrinum av - í hesum føri Ísrael. "Við Guds náði fer Libanon at fáa innræsna og ónda fíggindan at iðra seg um sínar gerðir", segði Ali Khamenei.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980