Væl nøgd við bústaðarmøguleikarnar í Sjóvar kommunu

bannari
Væl nøgd við bústaðarmøguleikarnar í Sjóvar kommunu
Tað stendur illa til við bústaðarmøguleikunum í meginpartinum av landinum, men í Sjóvar kommunu eru tey væl nøgd við møguleikarnar at seta búgv
Magnus Jørmundsson og familjan keyptu hús á Strondum.
Mynd: Kristianna Klein  
 
28.09.2024 - 19:00

Í flestu kommunum vilja íbúgvarnir, at bøtt verður um møguleikarnar at seta føtur undir egið borð.

Men soleiðis er ikki í Sjóvar kommunu.

Har eru íbúgvarnir væl nøgdir við bústaðarmøguleikarnar.

Tað vísir stóra kommunukanningin, sum Kringvarp Føroya hevur gjørt í samband við kommunuvalið.  

- Orsøkin er rætta løtan, sigur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu. 

- Útstykking til grundstykkir bleiv gjørd, áðrenn Eysturoyartunnilin kom, og kommunan hevur vaksið síðani.

 

Trupult at finna bústað 

Magnus Jørmundsson er tilflytari á Strondum, og hann er væl nøgdur við avgerðina at flyta í Sjóvar kommunu. 

- Eg rokni simpulthen við, at fólk eru so væl nøgd, tí møguleikarnir eru her, svarar Magnus Jørmundsson, tá hann verður spurdur um, hví hann heldur, at íbúgvar í Sjóvar kommunu eru nøgdir við bústaðarmøguleikarnar. 

Magnus Jørmundsson er sjálvur úr Fuglafirði og dama hansara úr Havn.

Parið byrjaði við at kanna møguleikarnar fyri at finna bústað í heimbýnum Fuglafirði, men tað vísti seg at vera vónleyst. 

- Í Fuglafirði var snøgt sagt onki at fáa, og í Havn var nógv at fáa, men prísurin var øgiliga høgur í mun til okkara kostnaðarætlan, sigur Magnus Jørmundsson. 

Betri bústaðarmøguleikar vístu seg at vera á Strondum.  

 

01_video_magnus_jormundsson
 

 

Møguleikar eru á Strondum 

Á Strondum vóru eini hús til sølu, sum livdu upp til krøvini hjá Magnusi Jørmundsson og damuni, eins og kostnaðurin, sum tey hildu seg hava ráð til.

Og tá innkeyps- og ítróttamøguleikar eisini vóru góðir, avgjørdi parið at keypa húsini og flyta til Strendur. 

 

Um mann fær tak yvir høvdið á Strondum, er tað lætt at fella til, og tað trúgvi eg hevur eina ávirkan á nøgdsemi.

Magnus Jørmundsson, Sjóvar kommuna

 

Sambært Magnusi Jørmundsson eru lutfalsliga nógv húski í Sjóvar kommunu, har bæði eru tilflytarar.

Hetta má vera ein ábending um, at fólk eru nøgd við bústaðarmøguleikarnar á staðnum, heldur hann. 

- Um mann fær tak yvir høvdið á Strondum, er tað lætt at fella til, og tað, trúgvi eg, hevur eina ávirkan á nøgdsemi. 

 

Tunnilin gjørdi munin

Sambært stóru kommunukanningini hjá Kringvarpinum, so toppar nøgdsemi í samband við bústaðarmøguleikar í Hvannasunds kommunu, Nes kommunu, Skopunar kommunu og Sjóvar kommunu.

Útstykking bleiv gjørd, áðrenn Eysturoyartunnilin kom, og tá tunnilin læt upp, hevði kommunan nóg mikið av grundstykkjum at bjóða fyrl ein sámiligan prís.

Við vaksandi fólkatalinum hevur kommunan áhaldandi raðfest at skapa góðar bústaðarmøguleikar og innbjóðandi grannaløg í kommununi.

 

Orsøkin til, at fólk eru so væl nøgd við bústaðarmøguleikarnar, er góð teiming.

Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu

 

Men trøini vaksa ikki inn í himmalin, heldur ikki í Sjóvar kommunu. Í stóru kommunukanningini hjá Kringvarpinum sæst, at 39 prosent av íbúgvum í Sjóvar kommununu vilja, at kommunan raðfestir vinnulívið hægri.  

Artur Johansen, borgarstjóri, ásannar eisini, at kommunan hevur raðfest umstøðurnar hjá borgarunum hægri enn umstøðurnar hjá vinnulívinum.

 

02_video_artur_johansen

 

Vandamiklir vegir skulu raðfestast 

Hóast íbúgvarnir í Sjóvar kommunu vilja, at kommunan raðfestir umstøðurnar hjá vinnulívinum hægri, so kemur ynskið hjá íbúgvunum um, at meira verður gjørt við ferðsluviðurskiftini, fram um alt annað. 

42 prosent av íbúgvunum í Sjóvar kommunu halda, at vegir og gongubreytir skulu raðfestast hægri, og tað er nakað, ið Magnus Jørmundsson eisini tekur undir við.

- Eg havi ikki nógv at fýlast á, men teir vánaligu og vandamiklu vegirnir eru alt ov lívshættisligir, staðfestir hann.

 

Tað er ikki  ein spurningur, um okkurt fer at henda, men nær tað fer at henda, sigur Magnus Jørmundsson.

Magnus Jørmundsson, Sjóvar kommuna

 

Magnus Jørmundsson vísir á vegin uttan fyri húsini, sum daman og hann keyptu fyri tveimum árum síðani.  

- Ferðmarkið er 30 kilometur um tíman eftir vegnum, men hetta verður tíverri ikki hildið, sigur Magnus Jørmundsson.  

Nógv børn eru í grannalagnum, og sambært Magnusi kann hetta lættliga enda galið.

- Tað er ikki ein spurningur, um okkurt fer at henda, men nær tað fer at henda. 

 

03_video_magnus_jormundsson

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. desember
Upp á tá - 201224
185450
Leygardag 21. desember
Tríggjar velja jólatónleik
185345
Leygardag 21. desember
Morgunlestur leygardagur 21. desember 2024
184999
Fríggjadag 20. desember
Vikiskiftið 20 desember 2024
185429
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285
Mikudag 18. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185283
Týsdag 17. desember
Føroysk fiktión, 5 partur
185318