Læknaskrivarar ikki longur útbúnir í Føroyum

Læknaskrivarar ikki longur útbúnir í Føroyum
Sjúkrahúsverkið skrivar í dag, at læknaskrivaraútbúgvingin er farin í søguna
Læknaskrivarar vera ikki longur útbúnir á Landssjúkrahúsinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.10.2024 - 18:41

Læknaskrivaraútbúgvingin er farin í søguna. Tað skrivar Sjúkrahúsverkið á heimasíðu sínari. 

Landssjúkrashúsið hevur havt læknaskrivaranæmingar í 23 ár - síðani 2001. Fyrsta árið vóru tríggir læknaskrivaranæmingar, og hetta talið er síðani vaksið støðugt. Í alt 38 fólk hava nomið sær læknaskrivaraútbúgving á Landssjúkrahúsinum.

Læknaskrivara útbúgvingin hevur verið ein tvey ára yrkisútbúgving, har næmingurin er komin runt og hevur lært um allar deplarnar og serøkini á Landssjúkrahúsinum. 

Síðstu næmingarnir vóru liðugt útbúnir í august í ár. 

- Tað er tí sorgblítt, at hendan útbúgvingin er farin í søguna, skrivar Sjúkrahúsverkið. 

Ístaðin fyri læknaskrivaraútbúgvningina kemur útbúgvingin "sundhedsadministrativ koordinator", sum fæst uttanlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025