Magnus Powell verður nýggjur KÍ-venjari

Magnus Powell verður nýggjur KÍ-venjari
KÍ hevur sett nýggjan venjara at standa á odda fyri besta mansliðnum í fótbólti, og verður tað sviin Magnus Powell, ið skal venja KÍ, boðar felagið frá
Magnus Powell verður nýggjur KÍ-venjari
 
01.10.2024 - 16:02

Eftir ársskiftið tekur Magnus Powell, ið áður hevur vant 07Vestur, við sum venjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ.

Hetta boðar KÍ frá á heimasíðu felagsins. 

Magnus Powell er 49 ár og hevur drúgvar royndir í svenskum og norskum fótbólti.

Síðstu 16 árini hevur hann verið venjari eina mest í næstbestu deildunum í Noreg og Svøríki, umframt at hann, sum kunnigt, í 2021 vandi 07Vestur.

 

Hevur royndirnar og førleikarnar

Tummas Lervig, formaður í KÍ, fegnast um, at tað hevur eydnast at fáa Magnus Powell at venja fótbóltsmenninar í felagnum. 

- Eftir tað var okkum greitt, at Espen Haug endar sítt starv nú í heyst, hava vit leitað eftir avloysara. Valið er fallið á Magnus Powell, sum vit halda hevur royndirnar og førleikarnar til at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum, men eisini at vera við í menningini av tí fótbóltsfakliga arbeiðinum í felagnum, sigur formaðurin,Tummas Lervig við KÍ-heimasíðuna.

Avtalan við Magnus Powell er fyribils galdandi fyri 2025 og 2026. Eftir ætlan kemur hann at vitja KÍ seinni í vikuni.

Sjálvur gleðir Magnus Powell seg at standa á odda fyri KÍ, ið hevur staðið seg so ómetaliga væl bæði her heima og úti í Evropa síðstu árini. 

- Hetta er ein avbjóðing, sum eg við eldhuga og eyðmýkt fari í holt við. Eg trívist væl millum føroyingar, og KÍ er eitt toppfelag, sum eg veit setir høg krøv, bæði viðvíkjandi úrsliti og góðsku á vøllinum, sigur Magnus Powell, komandi KÍ-venjari. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558