Heilbrigdi í nýggj hølir næsta ár

Heilbrigdi í nýggj hølir næsta ár
Kerit, sum nunnurnar í Havn áttu, verður nú umvælt til viðgerðarstovn
Kerit liggur á Mariugøtu í miðbýnum í Havn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.10.2024 - 18:28

Viðgerðarstovnurin Heilbrigdi flytur eftir ætlan inn í nýggj høli í miðbýnum í Havn eftir summarfrítíðina næsta ár.

Í eykajáttanarlógini fyri september biðjur landsstýrið um 17. mió kr. at keypa og umvæla kleystrið Kerit, sum fransiskanarasystrarnar eiga. 

- At keypa Kerit hevur verið ein neyðug loysn, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Løgtingið hevði í dag fyrstu viðgerð av uppskotinum um eykajáttanarlóg fyri september. 

Uppskotið er nú farið í fíggjarnevndina.

 

Hoyr samrøðu við Margit Stórá her:

Margit

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329