Formansval í Fiskimannafelagnum

Formansval í Fiskimannafelagnum
Formansskeiðið, sum er trý ár, byrjar 1. februar 2025
Jan Højgaard hevur verið formaður í Fiskimannafelagnum síðani 2007.
 
04.10.2024 - 09:13

Formansval er í Fiskimannafelagnum í vetur.

Freistin at stilla upp er til middags 4. desember.

Formansskeiðið, sum er trý ár, byrjar 1. februar 2025.

Sambært viðtøkum felagisns hevur hvør sýsla rætt at stilla í mesta lagi trý fólk upp. 

Hvørt valevni skal hava í minsta lagi fimm stillarar. 

 

Stillarar og skipsmanningar kunnu skjóta upp

Limir á skipum, sum eru burturi, tá uppstillingin er, hava rætt til at stilla upp eitt valevni.

Valevni er uppstillað sum formansvalevni, um 10 stillarar ella tríggjar skipsmanningar skjóta tað upp. 

Atkvøðuseðlar vera sendir til grannskoðara felagsins, sum telur atkvøðurnar.

Jan Højgaard hevur verið formaður Fiskimannafelagins síðani 2007.

Hann var afturvaldur í 2022, tá Mortan Berjastein eisini stillaði upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026