Broytt uppseting krevur onga lógarbroyting um Búskapargrunnin

Broytt uppseting krevur onga lógarbroyting um Búskapargrunnin
Flytingar í grunnin vera nú sjónligari í fíggjarlógini, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
 
14.10.2024 - 08:23

Broytta uppsetingin í Búskapargrunninum krevur ikki nakra broyting í lógini um grunnin.

Og flytingar í grunnin vera nú sjónligari í fíggjarlógini.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.

Broytta uppsetingin og mannagongdin gera, at tilfeingisinntøkur vera fluttar beinleiðis á høvuðskontuna fyri tilfeingisinntøkurnar undir tí, sum eitur RLÚ I. 

RLÚ I í fíggjarlógini umfatar vanligar inntøkur, útreiðslur og løgur.

Higartil eru allar flytingar millum fíggjarlógina og Búskapargrunnin gjørdar undir RLÚ II, sum eru serligar inntøkur, eisini tilfeingisinntøkur frá fiski- og alivinnuni.

Í nógv ár hava bæði landsstýrið og Búskaparráðið ásannað, at Búskapargrunnurin ikki í nóg stóran mun hevur havt ætlaða virknaðin ella uppmerksemið í politisku skipanini, sigur Ruth Vang.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655