Djóni Eidesgaard givin sum aðalskrivari í Barnabata

Djóni Eidesgaard givin sum aðalskrivari í Barnabata
KvF hevur tosað við fyrrverandi aðalskrivaran, men hann hevur onga viðmerking
Djóni Eidesgaard hevur verið aðalskrivari í Barnabata í góð 11 ár. (Mynd av Facebook-vanga)
 
17.10.2024 - 13:39

Eftir gott og væl 11 ár er Djóni Eidesgaard farin úr starvi sum aðalskrivari í Barnabata. 

- Nú er tíðin komin at royna aðrar leiðir.

Tað skrivar hann í einum uppslagi á Facebook.

 

 

Kringvarpið hevur tosað við Djóna Eidesgaard. 

Hann vil ikki siga nakað um, hví hendan avgerð er tikin, ella viðmerkja støðuna.

Kringvarpið hevur eisini verið í sambandi við Turið Horn, nevndarlim í Barnabata. 

Hon vil ikki úttala seg, um ein fráfaringaravtala er gjørd. Í boðum til Kringvarið skrivar hon: 

"Eg kann vátta, at vit eru samd, og at hann er farin úr starvi. Nevndin tekur, saman við starvsfólkum, hond um virksemið."

Eitt toymi við tveimum samskiparum manna  í løtuni Barnabata.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949