Langhylurin: Samráðast framvegis um endauppgerðina

Langhylurin: Samráðast framvegis um endauppgerðina
Ósemja er um, hvat Tórshavnar kommuna skal rinda fyri hylin. Trætan kann enda við semju, ella fara í rættin
Langhylurin í Havn letur væntandi upp í vikuni fyri kommunuvalið.
 
18.10.2024 - 15:25

- Vit samráðast framvegis um endauppgerðina.

Tað sigur Christian Andreasen, nevndarformaður í J&K Petersen, nú Tórshavnar kommuna, byggiharri, og J&K Petersen, høvuðsarbeiðstakari, fyrr í dag skrivaðu undir avhendingarskjal fyri langhylin í Gundadali.

Partarnir eru ikki samdir um, hvat kommunan skal rinda fyri arbeiðið at gera langhylin. J&K Petersen hevur millum annað eitt eyka krav upp á 6,5 milliónir krónur í serstakum kostnaðum, sum stava frá óvanligum príshækkinum, men harumframt eru onnur krøv.

 

Christian Andreasen er nevndarformaður í J&K Petersen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Vanligt at avhenda fyrst

Christian Andreasen sigur, at tað er púra vanligt, at ein verkætlan verður avhendað, áðrenn endaliga byggiuppgerðin er gjørd. Trætan kann antin enda við semju ella fara í rættin.

Komandi vikurnar fer kommunan at gera nýggja økið og hylin kláran til nýtslu.

Langhylurin er bygdur upp í verandi svimjihøll og hevur 10 geilar upp á 50 metrar, har eru nakað yvir 600 áskoðarapláss, vælveruøki við heitum hylum, gosbaði, hitarúmi, dampbaði og annað.

Væntandi verður latið upp í viku 45, tað er vikuna fyri kommunuvalið. Nærri kunning kemur um hetta frá Tórshavnar kommunu í næstum, verður sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655