Velja í nýggju høllini í Kaldbak

Velja í nýggju høllini í Kaldbak
Tórshavnar býráð hevur samtykt at flyta valstaðið, sum hevur verið í Kaldbaks skúla
Higartil hevur skúlin í Kaldbak verið valstað, men í framtíðini skal veljast í nýggju høllini, fyrstu ferð á kommunuvalinum 12. november. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
25.10.2024 - 10:09

Fólk í Kaldbak skulu nú velja í nýggju høllini í Kaldbak.

Tórshavnar býráð hevur samtykt at flyta valstaðið, sum hevur verið í Kaldbaks skúla. 

Umbøn kom frá valstýrinum í Kaldbak um at flyta valstaðið. 

Fyrimunurin er, at skúlin kann hava vanliga skúlagongd valdagar, og mett verður eisini, at umstøður hjá veljarum, valstýri og hjálparfólki verða betri í høllini.

Valstýrið vil, at broytingin verður gjørd nú í sambandi við kommunustýrisvalið 12. november, og at nýggja høllin í Kaldbak verður valhølið til løgtingsval og fólkatingsval frameftir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655