Johan Dahl: Føroyar og Grønland nærkast limaskapi

Johan Dahl: Føroyar og Grønland nærkast limaskapi
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur boðað frá, at Danmark tekur eisini undir við, at Føroyar og Grønland fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum
Johan Dahl er annar av løgtingsvaldu limunum í Norðurlandaráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.10.2024 - 12:56

- Føroyar og Grønland hava ongantíð áður verið so nær við at gerast fullgildugir limir í Norðurlandaráðnum sum nú. 

Tað sigur Johan Dahl, annar av føroysku limunum í Norðurlandaráðnum.

 

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, heilsar uppá íslendska starvsbróðurin, Bjarna Benediktsson. Hinir á myndini eru ukrainski forsetin, Zelenskyj, og svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Johan Dahl hevur eisini verið við í arbeiðsbólkinum, sum hevur arbeitt við at at dagføra Helsingforssáttmálan.

Tað nýggjasta í málinum er, at Mette Frederiksen, danski forsætisráðharrin, í gjár sendi skriv til hinar forsætisráðharrarnar í Norðurlondunum um, at Danmark stuðlar føroyska og grønlendska ynskinum um at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29102024_Johan_Dahl

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672