119 milliónir í vinningi fyri skatt

119 milliónir í vinningi fyri skatt
Føroya banki væntar, at nettoúrslitið eftir skatt verður millum 275 og 300 mió. kr. í ár
Árið hjá Føroya banka hevur sum heild verið betri enn væntað.
 
31.10.2024 - 08:42

Føroya banki hevði 119 mió. kr. í vinningi fyri skatt í triðja ársfjórðingi.

Tað eru 14 milliónir krónur meira enn í fjør.

Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 66 mió. kr.  

Niðurskrivingar á útlánum vóru afturførdar fyri seks mió. kr.

Rakstrarúrslitið gjørdist tí 72 mió. kr. í triðja ársfjórðingi.

Bankin væntar, at nettoúrslitið eftir skatt verður millum 275 og 300 mió. kr. í ár.

Árið hevur sum heild verið betri enn upprunaliga væntað, sigur bankin. 

Føroya banki væntar enn fleiri rentulækkingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129