Fer at tosa við almennu partafeløgini um lønarviðurskiftini

Fer at tosa við almennu partafeløgini um lønarviðurskiftini
Bonus skal vera tengt at ítøkiligum avrikum og ikki vera yvir 25 prosent av árslønini, og fráfaringarsamsýningin eigur ikki at vera størri enn 12 mánaðarlønir
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sigur, at tað almenna skal ikki vera lønarførandi.
 
31.10.2024 - 10:54

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, ætlar at tosa við nevndirnar í almennum partafeløgum fyri at tryggja, at øll feløgini eru á rættari kós viðvíkjandi samsýningum.

Hann sigur, at hann hevur mælt nevndunum til hóvsemi.

Teir sáttmálar, sum eru gjørdir í hansara tíð, eru innan fyri normarnar um løn í almennum partafeløgum, sigur hann.

Til dømis skal bonus vera tengt at ítøkiligum avrikum og ikki vera yvir 25 prosent av árslønini.

Fráfaringarsamsýningin eigur ikki at vera størri enn 12 mánaðarlønir.

 

Eirikur í Jákupsstovu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hevur svarað fyrispurningi

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen í svari til Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann.

Hann spurdi um fráfaringarløn og bonus, nú stjórin í Posta segði upp.

Stjórin fær bæði fráfaringarløn og bonus, hóast hann sjálvur segði upp.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tá Posta seinast setti stjóra, fekk nevndarformaðurin at vita, at hóvsemi skuldi vera í vanligu stjóralønini. 

 

Skulu ikki vera lønarførandi

Tað almenna skal ikki vera lønarførandi, er greiða fatanin hjá Bjarna Kárasoni Petersen.

- Tá Posta seinastu ferð setti nýggjan stjóra, gjørdi eg tí nevndarformanninum greitt, at hóvsemi skuldi vera við vanligu stjóralønini, og bonus skuldi vera knýtt at ítøkiligum avrikum. Hetta var eisini gjørt, sigur landsstýrismaðurin.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at hann hevur eisini gott samskifti við nevndarformannin í Føroya Tele um lønarpolitikkin.

Stjórin í Føroya Tele fór nógv niður í løn, tá hann kom til Føroya úr Grønlandi, sigur landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576