Seks borgarstjórar takka fyri seg

bannari
Seks borgarstjórar takka fyri seg
Seks av teimum 29 borgarstjórunum í Føroyum stilla ikki upp aftur á kommunuvalinum 12. november
Gerhard Lognberg hevur verið borgarstjóri í Skopunar kommunu síðan 1993. Hann er ein av seks borgarstjórum, sum ikki stilla upp aftur hesaferð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2024 - 15:21

Í øllum førum seks av kommununum kring landið skulu hava nýggjan borgarstjóra eftir kommunuvalið 12. november. Hetta er heilt einfalt tí, at seks sitandi borgarstjórar ikki stilla upp aftur.

Talan er um Hvannasunds kommunu, Kunoyar kommunu, Sands kommunu, Skopunar kommunu, Skúvoyar kommunu og Vestmanna kommunu.

Í Hvannasunds kommunu er Katrin Næs við at vera liðug við sítt triðja skeið sum borgarstjóri. Hon bleiv borgarstjóri fyrstu ferð í 2010, tá hon tók við eftir Veroniku Petersen, ið legði frá sær. Hon helt fram valskeiðið 2012-2016, men stillaði so ikki upp til valið í 2016. Men í 2020 bleiv Katrin Næs so aftur borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Í ár stillar hon ikki upp.

Í Vestmanna var Pauli Trond Petersen borgarstjóri fyrru helvt av hesum valskeiðnum, men hann legði frá sær í august 2022. Varaborgarstjórin Bjørg á Rógvi tók tá við sum borgarstjóri og hevur røkt sessin seinastu tvey árini. Hon stillar ikki upp aftur hesaferð.

Poul Jacob Poulsen, borgarstjóri í Kunoyar kommunu, stillar heldur ikki upp aftur hesaferð. Kommunuvalið fyri fýra árum síðan bleiv sera javnt - Poul Jacob Poulsen, sum stillaði upp fyri fyrstu ferð, fekk 19 atkvøður, men næsta valevnið fekk 18, triðja valevnið 17 og fjórða valevnið 16 atkvøður.

Í Skúvoyar kommunu takkar borgarstjórin Poul Osmund Tórarenni eisini fyri seg á hesum sinni. Hann kom í kommunustýrið fyrstu ferð í 2016, og í 2020 bleiv hann fyrstvaldur og borgarstjóri. Tað hevur verið trupult at manna listan í Skúvoyar kommunu hesaferð. Fimm fólk stilla upp, men tað hevur verið neyðugt at fara av oynni eftir valevnum hesaferð.

Heri Sverrason hevur sitið sum borgarstjóri í Sands kommunu seinastu fýra árini. Hann varð valdur inn fyrstu ferð í 2016, og í 2020 bleiv hann toppskorari við 46 persónligum atkvøðum og bleiv borgarstjóri. Tað er nú nakað síðan at Heri Sverrason boðaði frá, at hann ikki stillar upp aftur í ár.

Og so er tað Gerhard Lognberg, sum eftir nógv ár í Skopunar kommunu nú hevur gjørt av at takka fyri seg. Talan er um ein av drúgvastu kommunalpolitikarum í landinum, sum 1. januar 2025 letur stafettina víðari. Gerhard Lognberg bleiv fyrstu ferð valdur í kommunustýrið í Skopun í 1984, og síðan 1. januar 1993 hevur hann verið borgarstjóri í Skopunar kommunu. Við øðrum orðum hevur hann verið borgarstjóri í samfull 32 ár, tá nýtt bygdarráð tekur við eftir ársskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. desember
Plátupanelið #023 (Jólaplátur)
184782
Leygardag 7. desember
Jambalaja - 071224
184779
Leygardag 7. desember
Upp á tá - 061224
184777
Leygardag 7. desember
Vikan 7. desember 2024
184776
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184787
Fríggjadag 6. desember
Veðrið
184758
Týsdag 3. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
184615
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Týsdag 3. desember
Undansending: Føroyar - Danmark
184666