Á Breddanum: Tøkugjøld og amerikanska forsetavalið

Á Breddanum: Tøkugjøld og amerikanska forsetavalið
Samgongan ætlar aftur at broyta tøkugjøldini, men hvat hevur tað við sær, verður spurt í sendingini í dag
Seinastu tíðina hevur landskassin fingið tvær milliónir kr. í tøkugjaldi um mánaðin. (Savnsmynd)
 
07.11.2024 - 09:28

Tvær milliónir um mánaðin.

Tað er tað, sum landskassin hevur fingið inn í tøkugjøldum seinastu mánaðirnar. Og nú ætlar samgongan enn eina ferð at broyta gjaldið, men hvat hevur tað við sær?

Vit tosa við Hans Ellefsen, búskaparfrøðing, og Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, kemur í útvarpsstovuna. 

 

Trump aftur í Hvítu húsini

Forseti nummar 45 í USA er nú eisini nummar 47.

Mikunáttina vann Donald Trump forsetavalið, men hvussu gjørdi hann tað, og hvat kundu demokratarnir gjørt betri?

Erik Løksagarð, stjórnmálafrøðingur, kemur í útvarpsstovuna. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10  og á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290