Her er semjuskjalið um Suðuroyartunnilin

Her er semjuskjalið um Suðuroyartunnilin
Allir flokkar taka undir við ætlanini. Tá tilboðini eru komin, skal løgtingið aftur taka støðu til málið, og tað verður í 2026
Umboð fyri allar seks flokkar hava skrivað undir semjuskjalið um Suðuroyartunnilin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2024 - 11:21

Allir seks flokkar á løgtingi eru samdir um at fara undir Suðuroyartunnilin.

Semjuskjalið um tunnilsverkætlanina varð undirskrivað fyrrapartin.

Sambært semjuni skal løgtingið í fyrstu syftu taka støðu til, at verkætlanin verður fyrireikað, prosjekterað og bjóðað út, soleiðis at neyvari kostnaðarmeting og detailprosjektering eru klár, áðrenn endalig politisk avgerð verður tikin um at fremja verkætlanina.

Roknað verður við, at hetta arbeiðið tekur eitt ár, frá tí at løgtingið hevur samtykt tað. 

Tað verður almenna partafelagið, P/F Suðuroyartunnilin, sum kemur at standa fyri samlaðu verkætlanini.


Aksel V. Johannesen, løgmaður, Dennis Holm, landsstýrismaður, og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

>>Les semjuskjalið her.

 

Landsverk skal góðkenna

Sambært semjuskjalinum skal verkætlanin góðkennast av Landsverk, áðrenn verkætlanin verður boðin út. Eisini skal Landsverk hava eftirlit við verkætlanini.

Tá alt fyrireikingararbeiðið er gjørt, verður sjálvt arbeiðið bjóðað út. Tá tilboðini eru innkomin, og neyvi prísurin fyri tunnilin er kendur, skal løgtingið aftur taka støðu til málið. Tað verður í 2026.

Tá skal politisk støða takast til tunnilsverkætlanina við serstakari løgtingslóg, sigur semjuskjalið.


Aksel V. Johannesen, løgmaður, leggur fram (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Higartil eru brúktar umleið 20 milliónir krónur til forkanningar og fyrireikingar.

Á fíggjarlógini fyri næsta ár verða 100 milliónir krónur settar av til Suðuroyartunnilin, og aðrar 100 milliónir verða settar av á fíggjarlógini fyri 2026.

Hetta eru pengarnir, ið verða settir av, áðrenn løgtingið skal taka endaliga støðu til stóru tunnilsverkætlanina, eftir ætlan í 2026.


Teitur Samuelsen, stjóri í almenna partafelagnum, P/F Suðuroyartunnilin, ið skal byggja tunnilin (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Landið játtar eina milliard

Sambært framløguni hjá løgmanni fyrrapartin skal landskassin seta tilsamans eina milliard krónur í Suðuroyartunnilin - 100 milliónir um árið í 10 ár.

Íleggingargrunnurin skal veita tunnilsfelagnum eitt rentu- og avdráttarfrítt lán uppá 350 milliónir krónur.

Og síðani skal tunnilsfelagið læna restina av tí, sum tunnilin kostar. 


Annika Olsen úr Tjóðveldi og Sólvit Nolsø úr Framsókn skriva undir semjuskjalið (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977