- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppstillaðir tilflytarar: "Vit eru partur av tykkum og hava nógv at bjóða"
Seinastu tíggju árini er talið av tilflytarum í Føroyum vaksið úr 2,5 prosentum upp í 5,5 prosent.
Hendan broytingin merkist nógvastaðni, og kommunuvalið í ár er einki undantak.
Millum teir mongu føroyingarnir, sum bjóða seg fram at standa við kommunala róðrið, eru eisini tilflytarar.
"Vit koma við nýggjum og frískum hugskotum, og kanska hugsa vit um okkurt, sum føroyingar ikki hugsa um."
Milvian Poulsen og David Im
Týdningarmikið at tilflytarir eru umboðaðir
Tveir av teimum eru Milvian Poulsen á Eiði og David Im í Klaksvík. Tey halda bæði, at tað er til fyrimunar fyri kommunurnar, at tilflytarir eisini sita við borðini har averðirnar verða tiknar.
"Fyrst og fremst er tað týdningarmikið, at tilflytarar eisini beinleiðis eru umboðaðir í kommunustýrunum. Tað eru tey ikki í løtuni," sigur David Im, sum flutti úr Suðurkorea til Føroya í 2012.
Milvian Poulsen er samd.
"Eg eri tilflytari, og tí haldi eg, at eg á ein serligan hátt kann seta meg inn í støður, sum tilflytarar í Føroyum kunnu koma í. Eg flutti higar úr Filipinunum í 2001, so eg havi jú roynt nógvar av hesum støðunum, ið tilflytarar koma í, sjálv."
Tørvurin á betri integrationspolitikki fer at vaksa
Tað koma alsamt fleiri útlendingar til Føroya at búgva, so tørvurin á betri intigratiónspolitikki fer helst at vaksa.
"Kanska hava vit tilflytarar okkurt annað og nýtt at bjóða, tí tað kann vera, at vit síggja onkran tørv, sum føroyingar ikki síggja sjálvir," halda tey bæði
David Im er takksamur fyri alt tað, sum føroyskir politikarar longu gera fyri tilflytarar og ásannar, at nógv orka longu verður løgd í integratión.
Men hann heldur eisini, at tilflytarar mugu verða ein veruligur partur av hesum arbeiðinum.
"Vit kunnu koma við øðrvísi sjónarmiðum og nýggjum hugskotum. Eg haldi eisini at fólk sakna tað," sigur hann.
Kenna seg ikki umboðað
Tá David Im verður spurdur um tilflytarar kenna seg umboðaðar á landsins ovastu rókum, er hansara stutta svar nei.
"Vit tosa so nógv um javnstøðu og týdningin av, at bæði menn og kvinnur eru umboðað í politikki. Men tá talan er um tilflytarar, so eru vit als ikki umboðað. Vit hava ongan," sigur David Im.
Verða tey vald?
Ongin ivi er um, at hesi bæði eru til reiðar at fara til verka. Men føroyska samfelagið sigst verða stirvið, tá talan er um at taka ímóti tilflytarum og veruilga loyva teimum framat.
Spurningurin er um Milvian, David og hinir tilflytararnar, ið stilla upp hava nakran møguleika at fáa føroyingar at atkvøða fyri teimum?
"Hatta er ein góður spurningur," sigur David Im. "Tað fyrsta ein spurdi meg, tá eg fortaldi, at eg fór at stilla upp, var, um eg hevði stóra familju."
Og tað er rætt, sum ofta verður ført fram, at ein stór familja og gott samband við nógv fólk, ið stuðla tær, er umráðandi, tá tú stillar upp.
"Vit eru ein partur av tykkum, og vit vilja gera mun."
Milvian Poulsen og David Im
Vil sleppa at gera mun
"Tað veit eg av," staðfestir Davd Im. "Men hóast eg kanska ikki kenni líka nógv fólk sum onnur, sum stilla upp, so geri eg tað allíkavæl. Tí eg vil sleppa at gera mun, og skal eg tað, so má eg gera okkurt. Og í hesum førinum havi eg valt at stilla upp."
Milvian Poulsen ivast onga løtu í, at tað er truplari hjá tilflytarum at fáa atkvøður.
"Eg giti, at tey hugsa: Hvat kann hon? Hvat kann hon bjóða okkum føroyingum? Og kanska er tað trupult hjá fólki at hava álit á mær. Men vit tilflytarar eru ein partur av føroyska samfelagnum nú, og vit hava nógv at bjóða. Eg vóni at fólk síggja tað."
Hoyr innslag við Milvian Polsen og Davidi Im, sum var í útvarpstíðundunum í dag: