Tíggju ára gamalt mál í Landsrættinum

Tíggju ára gamalt mál í Landsrættinum
Partafeløgini Thor og BankNordik og Fiskimálaráðið hittast í Landsrættinum í morgin
Trolarin Phoenix.
 
11.11.2024 - 06:19

Partafeløgini Thor og BankNordik og Fiskimálaráðið hittast í Landsrættinum í morgin.

Thor og BankNordik hava skotið ein dóm hjá Føroya rætti inn fyri Eystara landsrætt.

Hin parturin er Fiskimálaráðið, sum Føroya rættur frídømdi. 

Føroya rættur segði dómin 16. mars í fjør.

Málið er gamalt. Tað byrjaði í 2014, tá eitt skip hjá Thor ikki fekk royndarloyvi at fiska stinglaks.

Tí stevndu Thor og BankNordik Fiskimálaráðnum.

Endurgjaldskravið hjá Thor og BankNordik móti Fiskimálaráðnum var komið upp í slakar seks milliónir krónur.

Føroya Banki keypti djúpvatnstrolaran Phoenix  á tvingsilsuppboði 25.november í 2008, og síðst í 2009 keypti Thor skipið frá bankanum.

Áðrenn hann fór á tvang, hevði Phoenix saman við tveimum øðrum skipum royndarloyvi at fiska stinglaks.

Einki fiskiloyvi 

Vanligt er, at fiskiloyvi eru við, tá skip verða seld á tvingilsuppboði.

Og í bankanum og hjá Thor hildu tey eisini, at Phoenix hevði royndarloyvi at fiska stinglaks.

Men har var einki royndarloyvi at fiska stinglaks.

Thor og BankNordik skulu eisini, sambært dóminum hjá Føroya rætti, rinda Fiskimálaráðnum 225.000 krónur í sakarmálskostnaði.

Í morgin verður málið viðgjørt í Landsrættinum.  

Fimta deild hjá Eystara landsrætti er í Føroyum í hesari og í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923