Karl Johansen stóri toppskorarin í Klaksvík

bannari
Karl Johansen stóri toppskorarin í Klaksvík
Alt bendir á, at núverandi borgarstjórin í Klaksvík, Karl Johansen, fær flestar atkvøður til valið í Klaksvík. Og hann ætlar sær at halda fram sum borgarstjóri
 
12.11.2024 - 22:54

Atkvøðurnar í Klaksvík eru nærum taldar, men eftir stóru bunkunum at døma, er sitandi borgarstjórin, Karl Johansen, stóri toppskorarin. 

Spurdur, um hann ætlar at halda fram sum borgarstjóri, er svarið eitt greitt ja. 

- Sum toppskorari í Klaksvíkar kommunu, so haldi eg, tað er mín skylda at halda fram í borgarstjórasessinum, sigur Karl Johansen við Kringvarpið. 

Men hann vil enn einki siga um møguligt samstarv, ella hvussu ein møgulig samgonga verður skipað. Hann fegnast tó um, at Sambandsflokkurin, sum hann sjálvur sigur, fyri fyrstu ferð hevur fingið tvey umboð inn í býráðið. 

- Alt er møguligt. Men tað er gleðiligt, at eingin kann skipa samgongu einsamallur. Tað hevur ongantíð verið meira enn ein býráðslimur fyri Sambandsflokkin, og nú eru vit næststørsti flokkurin í Klaksvíkar kommunu, segði Karl Johansen við Kringvarpið í kvøld. 

Formliga eru atkvøðurnar ikki avgreiddar, men tá hesar eru tøkar, finnur tú tær her. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961