Kappingareftirlitið skal viðgera søluna av SMS til íslendingar

Kappingareftirlitið skal viðgera søluna av SMS til íslendingar
Íslendska felagið Hagar, sum keypir allan partapeningin í SMS-takinum, er skrásett í íslendska keypsskálanum
Sølumiðstøðin SMS heldur fram sum nú, eisini eftir at íslendingar hava keypt allan partapeningin.
 
13.11.2024 - 08:57

Kappingareftirlitið skal nú viðgera fráboðanina um, at íslendska felagið Hagar ætlar at keypa SMS-samtakið.

Treytað søluavtala er gjørd millum smápartafelagið NM Holding og partafelagið Farcod, sum eiga allan partapeningin í SMS, um at selja hann til Íslendska felagið.

Keyparin, Hagar, er børsskrásett felag í Íslandi.

Felagið er virkið á nógvum marknaðum í Íslandi, men hevur einki virksemi í Føroyum.

 

Eiga í níggju smápartafeløgum og partafeløgum

Handilin ger, at SMS heldur fram sum nú.

SMS eigur í níggju smápartafeløgum og partafeløgum.

SMS eigur 100 prosent í Miðlon og Dvøljuni, 75 prosent í Hair Couture Føroyar, 60 prosent í Rumbli, 50 prosent í Omaná, Burn Fitness, Burn Finans og Demmusi og tíggju prosent í felagnum 0410.

Møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna skulu vera Kappingareftirlitinum í hendi í seinasta lagi 18. november.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858