Tjóðveldi í Vági: Bjarni kom til okkum

bannari
Tjóðveldi í Vági: Bjarni kom til okkum
Tað var Bjarni Johansen, sum vendi sær til Tjóðveldi, og ikki øvut. Tað sigur Arni D. Brattaberg, sum ikki vil siga, hvat annars er avtalað millum Bjarna Johansen og Tjóðveldi
Sjálvandi eiga vit at taka av møguleikanum, tá hann stingur seg upp, sigur Arni D. Brattaberg, tá Bjarni Johansen vendi sær til Tjóðveldi fyri at skipa samgongu
 
20.11.2024 - 20:02

Sum fyrstvaldur á størsta listanum kallaði Arni D. Brattaberg úr Tjóðveldi teir tríggjar listarnar í Vágs kommunu inn til samráðingar longu valkvøldið, eftir at úrslitið var greitt.

Vónin hjá honum var at fáa eina breiða samgongu millum allar tríggjar listarnar.

"Stemningurin var ikki góður í Javnaðarflokkinum, og tað avspeglaði sjálvandi eisini samráðingarnar," sigur Arni D. Brattaberg.

Hann sigur, at tað vísti seg skjótt, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skipaðu valbólk og at Tjóðveldi bleiv hildið uttanfyri, meðan hinir báðir listarnir samráddust.

"Men sum man hoyrdi í miðlunum, so var tað eitt sindur lunkað, so vit lógu bara og bíðaðu eftir, hvat fór at henda. Útspælið (hjá Bjarna Johansen, red.) var so tað, at tey vóru ikki samd, og einki var undirskrivað. Tá høvdu vit so møguleikan, og sjálvandi eiga vit at taka av møguleikanum, tá hann stingur seg upp. Tí vit vóru jú sett á síðulinjuna," sigur Arni D. Brattaberg um tilgongdina til, at Bjarni Johansen kom í valbólk við Tjóðveldi.

Eitt semjuskjal millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin var klárt at undirskriva sunnudagin, men sitandi borgarstjórin Bjarni Johansen úr Javnaðarflokkinum vildi ikki skriva undir. Stutt seinni kallaði Arni D. Brattaberg sum fyrstvaldur á størsta listanum nývalda býráðið inn til fund dagin eftir, har fundarskráin var skipan av nýggjum býráði. 

Hoyrið samrøðu við Arna D. Brattaberg her:

Arni_D_Brattaberg_um_Bjarna

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974