Á Breddanum: Ungdómurin fer av landinum at lesa

Á Breddanum: Ungdómurin fer av landinum at lesa
Í sendingini verður spurt, hví ung fara av landinum í lestrarørindum, og um miðnámsskúlarnir gera nakað fyri at venda gongdini
Hesar fýra, sum ganga á Glasi, ætla sær allar av landinum at lesa. Frá vinstru Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Bjørt Sámalsdóttir, Eyð á Reynatúgvu og Jóhanna Súnadóttir Pedersen.
 
21.11.2024 - 08:59

At ungdómur fer av landinum at lesa, er ikki nýtt.

Kortini er tað aftur komið á breddan, nú nýggj tøl frá Hægri Námi vísa, at bara ein fimtingur av elstu miðnámsskúlanæmingunum ætlar at útbúgva seg víðari í Føroyum.

Frammanundan hava bæði Hagstovan og Fróðskaparsetrið víst á líknandi rák.

Í dag tosa við vit nøkrur av teimum ungu, sum ætla sær uttanlands at lesa.

Vit spyrja eisini, hví tey velja onnur lond enn Føroyar, og um miðnámsskúlarnir gera nakað fyri at venda hesari gongdini. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860