Tikin fyri harðskap í Eysturoynni

Tikin fyri harðskap í Eysturoynni
Grundlógaravhoyring verður í dag, og politiið vil hava skuldsetta mannin varðhaldsfongslaðan
Grundlógarvahoyring verður í Føroya rætti í dag.
 
22.11.2024 - 08:08

Í dag verður grundlógaravhoyring um ein mann, sum var tikin fyri harðskap í einari bygd í Eysturoynni í gjárkvøldið.

Politiið vil hava mannin varðhaldsfongslaðan.

Maðurin er skuldsettur eftir grein 245 í revsilógini.

Hon er um serliga ráan, grovan ella vandamiklan harðskap. Og okkurt amboð er brúkt.

Maðurin var tikin kl. 21.48 í gjárkvøldið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585