Ísrael og Hisbollah: Vápnahvíldin verður brotin

Ísrael og Hisbollah: Vápnahvíldin verður brotin
Nógv var lagt í oyði Suðurlibanon, áðrenn vápnahvíldin kom í gildi.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
28.11.2024 - 15:34

Ísrael og Hisbollah boða frá, at vápnahvíldin, sum kom í gildi í gjár, er brotin.

Ísraelski herurin IDF sigur, at vápnahvíldin er brotin, eftir at ivasamt virksemi er staðfest í fleiri økjum í Suðurlibanon í dag, skrivar Reuters.

Hisbollah segði í morgun, at Ísrael hevði koyrt stríðsvognar út og latið skotið av í fleiri økjum har suðuri í Libanon.

Hasan Faldallah, limur í Hisbollah, sum situr í tjóðartinginum, sigur, at Ísrael hevur brotið vápnahvíldina við at leypa á sivilfólk í bygdum suðuri í Libanon.

- Ísrael loypur á tey, sum fara heimaftur til bygdirnar við markið, sigur hann, sambært Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541