Uppskot um heiðurstekin liðugt næsta ár

Uppskot um heiðurstekin liðugt næsta ár
Tað kostar eina millión krónur at gera uppskot um alment føroyskt heiðurstekin
Í nøkur ár hevur lagsfelagsskapurin Vitin givið fólki heiðurstekin. Hetta eru fólk, sum, sambært Vitanum, hava framt vala avrik, sum bera føroysku tjóðina framá.
 
28.11.2024 - 06:09

Tað kostar eina millión krónur at gera uppskot um alment føroyskt heiðurstekin.

Løgtingið samtykti í 2022 at biðja landsstýrið koma við uppskoti um heiðurstekin at lata fólki fyri merkisvert arbeiði ella gerð, sum gagnar landi og fólki og tænir Føroyum. 

Uppskotið var frá tingfólki í øllum flokkum.

Løgmaður setti eina nevnd at fyrireika lógaruppskot. Nevndin hevði fyrsta fundin í november í fjør.

Næsta ár er ætlanin at brúka 400.000 kr. at gera arbeiðið liðugt.

Eitt uppskot um sniðgevingina verður eisini gjørt liðugt næsta ár.

Samanumtikið fer arbeiðið at gera uppskot um føroyskt heiðurstekin at kosta slaka millión, hevur fíggjarnevndin fingið at vita frá Løgmansskrivstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514