Katarina Jezic: - Lat bara bóltin fara í málið

bannari
Katarina Jezic: - Lat bara bóltin fara í málið
Kroatar høvdu tað á sama hátt sum føroyingarnir síðstu minuttirnar av javnleikinum í gjár, tá hvørki av liðunum fekk bóltin í netið. - Vit hopaðu bara, at bólturin fór inn
Katarina Jezic leys á strikuni. Strikuspælarin hjá Kroatia varð teirra toppskjútti við fimm málum
Mynd: Anze Malovrh / kolektiff  
 
02.12.2024 - 10:21

Føroyingar sótu sum á nálum síðstu minuttirnar av søguliga javnleikinum ímóti Kroatia í gjár.

Pernille Brandenborg skeyt Føroyar framum, tá góðir fimm minuttir vóru eftir, og beint eftir javnaði Paula Posavec til 17-17. Síðstu fimm minuttirnir vóru merktir av nervum og misnýttum kjansum, og hvørki av liðunum megnaði at skora.

Kroatar høvdu tað eitt sindur á sama hátt sum føroyingarnir, segði strikuspælarin, Katarina Jezic.

 - Tað vóru so nógvir minuttir uttan mál yvirhøvur, og til endans hugsaði tú bara: "Lat bara bóltin fara í málið", og so verja vit fyri rest. Eg vildi bara hava sigurin, segði liðfelagin hjá Pernille Brandenborg í København Håndbold.

 
KATARINA_JEZIC__TIL_HEIMASIDU

 

 

Klara Birtic var vónsvikin av, at tað ikki eydnaðist Kroatia at vinna dystin ímóti Føroyum.

 - Vit høvdu so nógvar møguleikar. Vit spældu gott í verjuni, men gjørdu ov nógv mistøk í álopsspælinum segði Klara Birtic, sum rósti báðum málverjunum fyri góðu avrikini.

 
KLARA_BIRTIC_TIL_HEIMASIDU

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065