Kappingareftirlitið góðkennir at FK fer á danskar hendur

Kappingareftirlitið góðkennir at FK fer á danskar hendur
Fredensborg og Omegns Brugsforening fær við sínari íløgu helvtina av ognarrættinum og allan atkvøðurættin
Føroya keypssamtøka eigur og rekur seks handlar.
 
04.12.2024 - 10:54

Kappingareftirlitið hevur góðkent, at Fredensborg og Omegns Brugsforening yvirtekur Føroya keypssamtøku.

Yvirtøkan verður skipað soleiðis, at nýtt felag verður stovnað.

Føroya keypssamtøka letur felagnum sítt virksemi og fær helvtina av ognarrætinum,men ikki atkvøðurætt.

Fredensborg og Omegns Brugsforening fær við sínari íløgu helvtina av ognarrættinum og allan atkvøðurættin. 

7.000 limir eru í Fredensborg og Omegns Brugsforening.

Føroya keypssamtøka hevur 14.000 limir.

Føroya keypssamtøka eigur og rekur seks handlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155