Betri trygging fingið umleið 200 skaðafráboðanir

Betri trygging fingið umleið 200 skaðafráboðanir
Hitt tryggingarfelagið hevur bert fingið fáar fráboðanir
Hesin skjøldurin á einum húsum, sum standa í gerð í Havn, hevur fingið í illveðrinum.
Mynd: Uni Arge  
 
05.12.2024 - 15:48

Betri trygging hevur fingið útvið 200 fráboðanir um skaðar í illveðrinum hetta seinasta samdøgrið.

Tað sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri trygging.

 

Ingunn Eiriksdóttir. 

 

Talan er bæði um stormskaðar á hús og bygningar og bilar, sum hava fingið skaða í illveðrinum.

Flestu fráboðanirnar eru úr Havnini.

Hoyr samrøðu við Ingunn Eiriksdóttir í útvarpstíðindunum: 

 

05122024_Betri_trygging

 

 Hjá Trygd hava tey fingið fáar fráboðanir um skaðar í hesum illveðrinum.

Stjórin, Anna Mohr Holm, sigur, at tey hava fingið onkrar fráboðanir, men tær eru fáar í tali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. januar
Morgunlestur mikudagur 15. januar 2025
186260
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205