Eldur í asfaltsgoymslu við Tjarnir

Eldur í asfaltsgoymslu við Tjarnir
Stutt fyri klokkan átta í kvøld varð boðað frá eldi í eini asfaltsgoymslu, sum er á vegnum til nýggju stórhøllina við Tjarnir
Eldurin er við asfaltsgoymsluna á vegnum við Tjarnir
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
06.12.2024 - 20:19

Dagført kl 20:30:  Poliitiið sigur, at nú er tamarhald á støðuni, og eldurin er mest sum sløktur. Nú verður roynt at tryggja, at tað ikki kyknar uppaftur, sigur vaktleiðarin á Politistøðini.

 

Goymslan er umleið hundrað metrar norðanfyri høllina við Tjarnir.

Vakthavandi á Politistøðini sigur, at tað er fitt av eldi og nógvur svartur roykur. 

Tórshavnar Sløkkilið er boðsent og er í gongd við at sløkkja eldin.

Vandi er ikki fyri, at eldurin breiðir seg.

Tó kunnu fólk á Hvítanesi og millum Gilja í Hoyvík møguliga merkja brendalukt.

Politiið heitir á fólk, um at halda seg burtur frá økinum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091