Gjørdu skjótt av í sáttmálasamráðingunum

Gjørdu skjótt av í sáttmálasamráðingunum
Starvsfelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag gjørdu mikudagin sáttmálar um tey, sum arbeiða hjá Føroya Tele, Posta og Vága floghavn
Tvey ára sáttmáli er gjørdur um tey, sum arbeiða hjá Føroya Tele.
 
06.12.2024 - 05:50

Starvsfelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag gjørdu skjótt av.

Tey gjørdu mikudagin sáttmálar um tey, sum arbeiða hjá Føroya Tele, Posta og Vága floghavn.

Allir sáttmálarnir eru galdandi í tvey ár.

Lønarkarmurin er tann sami í øllum trimum sáttmálum. Hann er 8,19 prosent.

Størri lønarhækkingin er nú 1. januar.

1. januar í 2026 hækkar lønin 3,87 prosent.

Samráðingarnar byrjaðu týsdagin.

Fimm samráðingarfundir vóru fyribils avtalaðir.

Men longu mikudagin vóru sáttmálar gjørdir.

Partarnir góvu hvørjum øðrum krøvini um nýggjar sáttmálar mikudagin 20. november.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203